Apríl, 2020

Ley04Apr10:0014:00Tiltak AvlýstLoppumarknaður hjá Sinnisbata10:00 - 14:00

Um tiltak

4 apríl klokkan 10:00 til 14:00 skipar Sinnisbati fyri loppumarknað í Perluni

Hevur tú hug at ogna tær nýggjar lutir og samstundis stuðla einum góðum endamáli, so kom oman! Allur peningurin fer óskerdur til fyribyrgjandi barna- og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata.

Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Perluni við lutum kvøldið fyri tiltakið, ella eftir nærri avtalu. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Eisini vera kaffi og køkusøla. Minnst til reiðan pening,

Nær

(Leygardag) 10:00 - 14:00