Listaframsýning við Ellintur Thomas Justinussen og Esther Skála
Um tiltak
Ellintur hevur málað, síðani hann var tannáringur. Og hevur teknað, frá tí at hann var barn. Stóra systurin Esther fekk áhuga at mála og tekna sum vaksin, eftir at børnini vóru
Um tiltak
Ellintur hevur málað, síðani hann var tannáringur. Og hevur teknað, frá tí at hann var barn.
Stóra systurin Esther fekk áhuga at mála og tekna sum vaksin, eftir at børnini vóru undankomin.
– List hugtekur okkum. Tað er spennandi at tekna og seta litir saman. Inspiratiónina finna vit runt um í náttúruni og á FB.
Listina hjá Ellinti og Esther kanst tú læra nærri at kenna í Smiðjuni í Lítluvík, har tey sýna fram frá Skírishósdegi 6. apríl til mánadagin 10. apríl. Allar dagar frá kl. 14-17.
Málningarnir eru akryl á lørift, mest landslagsmyndir, við íblástri úr føroysku náttúruni og bygdum umhvørvið.
Á framsýningini í niðaru hædd, vera fleiri málningar og nakrar skitsur mála /tekna av Ellinti. Uppi á loftinum hevur Esther nakrar málningar og annað spennandi.
Til ferniseringina kemur Eirikur Skála at undirhalda við tónleiki.
Nær
6 (Hósdag) 14:00 - 10 (Mándag) 17:00