Juli, 2020

Frí10Jul20:00FeaturedLeiðlandá Reinsarínum20:00

Um tiltak

Leiðland gleða seg til fyrstu konsertina í Havn

Leiðland er ein tann mest spennandi bólkurin í løtuni, og í februar útgav bólkurin útvarpshittið “Veit væl at tú veit tað væl”. Tónleikurin hjá Leiðland er ein sunn blanding av føroyskum indie, folk, pop og rokk tónleiki.

Hóast Leiðland er ein nýggjur bólkur í føroyskum høpi, so er manningin rættiliga garvað og hevur røtur í klassa bólkum sum The Reverends og Deja Vu.

Leiðland var í studio í apríl, har teir fingu fleiri løg í kassan, og skjótt sleppur tú at hoyra spildurnýggju løgini. Bæði sum útgávu og sjálvandi eisini á konsertini.

-Vit gleða okkum for vilt til at spæla fyri tykkum, sigur manningin í Leiðland.

Nær

(Fríggjardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

Rinda her