Apríl, 2020

Ley11Apr20:0022:00FeaturedLea Kampmann í Auluni20:00 - 22:00

Um tiltak

Lea Kampmann í Auluni

Lea Kampmann leggur lív og sál í hvørt orð og hvønn tóna. Tónleikurin er vakur, inniligur og rørandi. Og hetta er nakað sum smittar og merkist hjá áhoyrarunum

Sjálvur tónleikurin er eitt slag av hugnaligum og sveimandi poppi, har bæði tekstur og sangskriving ganga upp í eina hægri eind.

Lea varð somuleiðis kosin til ársins bólk á Faroese Music Awards í 2018. Umframt at hon stuttsíðani hevur fingið gjøgnumbrot í Danmark í samband við, at eitt av hennara løgum var við í donsku sendirøðini Doggystyle.

Í løtuni gongur Lea á konservatorium í Aarhus, har hon lesur til sangskriving. Tað er tó eydnast okkum at lokka hana til Føroyar at spæla í Auluni í Finsen.

Talan verður um eina intima og aukustiska konsert, har vakra røddin hjá Leu er í fokus.

 

 

Nær

(Leygardag) 20:00 - 22:00

Atgongumerki

Prísur 120,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +