Juli, 2020

Ley04Jul14:0018:00ÚtseltFeaturedLær at tekna karikaturmyndirtekniskeið í Auluni14:00 - 18:00

Um tiltak

Eins og William Heinesen teknaði karikaturmyndir, so fer Hannis Egholm at læra teg at tekna karikaturtekningar

Nú fært tú møguleikan at gera tíni kreativu hugskot til tíni egnu listaverk. Tað verður tann garvaði karikaturteknarin Hannis Egholm, sum fer at fylla teg við kreativum hugskotum og oysa av sínum royndum sum teknari.

Hannis hevur eina breiða vitan og innlit innan alt, sum hevur við pennastrok at gera. Hann er bæði arkitektur, grafiskur designari og teknari. Hann er eisini ein av absoluttu tungvektarunum í Føroyum, tá talan er um festligar karikaturtekningar. Við øðrum orðum: Tú ert í tryggum hondum, tá ið tú hevur Hannis við tína lið.

Fyri at luttaka krevst, at tú hevur áhuga í at tekna, er yvir 12 ár og helst hevur nakað av royndum.
Ljóðar hetta sum tú, so er bara at finna blýantin fram, seta eitt stórt X í kalendaran og gleða teg til eitt frískt og festligt tekniskeið.

Kostnaður er 150 kr. Avmarkað pláss á 10 luttakarar.

Niðanfyri sært tú nakrar av karikaturmyndunum hjá Hannis Egholm

Nær

(Leygardag) 14:00 - 18:00

Atgongumerki

Atgongumerki eru ikki til sølu longur fyri hetta tiltak!