November, 2019

Frí29Nov19:0021:00Kreds for Kønskritik #1Lesi- og kjakbólkur19:00 - 21:00 Ostahúsið Atelier

Um tiltak

Kreds for Kønskritik skipar fyri kjakbólki í Ostahúsinum

Vit viðgera ástøði um kynskritik og hyggja at, hvussu hendan ástøðin verður brúkt í mótstøðuni av mannfólkaveldi.

Vit liva enn í einum patriarkalskum samfelag, har sosiala og politiska støðan hjá kvinnum og minnilutabólkum er hótt. Hóast vit hava sæð eina framgongd í mentanarligu og søguligu gongdini á hesum øki, er hetta enn ein trupulleiki, ið ger seg galdandi. Vit merkja tað enn í ídnaðarlondum sum eitt nú Amerika, Ongland og Skandinavia. Í føroyum mangla vit enn at fáa eina so einfalda og grundleggjandi lóggávu, sum rættindini til fríða fosturtøku. Hetta síggja vit sum eina sosio-politiska kúgan.

Fyrsta bókin ið verður viðgjørd í desember og januar er “Feminism for the 99%” (2019), har Nancy Fraser, Cinzia Arruzza og Tithi Bhattacharya leggja fram.  Bókin fær ein at grunda yvir hvussu vit eiga at skilja hugtakið og rørsluna “feminisma” og um vit ynskja eina bjartari framtíð fyri tey, ið hoyra undir tey 99%. Umframt hetta verða nakrar greinar viðgjørdar úr savninum “Social Reproduction Theory: Remapping Class, Recentering Oppression” (2017)”.

Fyri at luttaka skal ein bara skaffa sær og lesa bókina og hava fyrireikað í minsta lagi ein spurning til tekstin, ið verður viðgjørdur tann dagin (Tað finnast ikki býttir spurningar).

Tiltøkini fara fram á føroyskum og donskum, men høvið verður eisini at gera tað á enskum, um tørvur er á tí.

Fyrsti kjakbólkur verður 29. november. Nágreinilig dato fyri hvørt tiltak koma so við og við.

Nær

(Fríggjardag) 19:00 - 21:00

Hvar

Ostahúsið Atelier

Atgongumerki

Sign up for all courses by purchasing a ticket

Prísur 50,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +