Oktober, 2020

Hós08Okt20:00FeaturedKnútÁ Reinsarínum20:00

Um tiltak

Heysttónar

Hóskvøldið 8. oktober hevur Knút konsert í Reinsarínum. Knút er ein av royndu føroysku tónleikarunum. Tónleikaliga yrkisleið hansara byrjaði um tað mundið, tá hann sum blaðungur í 2003 vann Prix Føroyar kappingina við rokkbólkinum Gestir.

Síðani tá hevur Knút verið virkin við egnari tónleikaverkætlan umframt óteljandi bólkum. Nevnast kunnu Marius, Petur Pólson, AVE, Tuxedo Rebels, Konni Kass, Svartmálm, HOGNI, Silvurdrongur og Sakaris. Harafturat er hann útbúgvin tónleikafrøðingur við einari master úr Københavns Universitet. Seinastu fimm árini hava vit kent hann mest sum diskara og tangentleikara, men nú trínir hann aftur á pall sum sangari og artistur undir egnum navni. Knút.

Knút hevur nýtt tilfar í umbúna, umframt tríggjar plátur á Plátufelagnum Tutl (Havsglóð 2004, The Desert Holds A Flower 2009, On High 2013). Á konsertini fara Knút og bólkurin, hann hevur við sær, at framføra nýtt og gott gamalt.

Manning:
Knút Háberg Eysturstein: Rødd & ljóðføri
Mattias Kapnas: Klaver & ljóðgervil
Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: Trummur

Nær

(Hósdag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +