Katrin hevur teknað og málað síðani hon var smágenta. Samanlagt hevur hon verið aktiv við penslinum í knøpp 40 ár. Og tað passar eisini væl við, at Katrin hevur málað 40 nýggjar málningar til framsýningina.
Íbláturin til listina fær Katrin frá søgum. Og hóast tað er á markinum til tað yvirnatúrliga, so hevur listin altíð jørðforbindilsi.
Framsýningin 7. til 12. juli, og hevur opið millum 12:00 og 20:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.