Desember, 2019

Ley21Des21:0022:30ÚtseltJólatónar við Eivør, Halli og Gretu21:00 - 22:30 Reinsaríið

Um tiltak

Jólatónar við Eivør, Halli og Gretu

Tríggjar av okkara mest elskaðu songrøddum fara á pall í Reinsarínum, tá vit bjóða til jólakonsert við Eivør Pálsdóttir, Halli Joensen og Gretu Svabo Bech. Hesar frálíku røddir fara at syngja jólasangir væl stuðlaði av Bjøllubandunum, ið so ofta áður hevur gandað jólahugna í spælistaðnum í Tórsgøtu. Aftur í ár manna nakrir av okkara allar bestu tónleikarum Bjøllubandan: Benjamin Petersen, Mattias Kapnas, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, hava funnið nissuhúgvurnar fram og smurt ljóðførini inn í gløggekstrakt.

Fá tær eina fríløtu frá jólainnkeypinum og innpakkingini av gávum og leita tær oman í Reinsaríið. 21. desember kl. 21.00, og ert tú ikki longu komin í jólahýr, so lova vit tær, at tað ert tú eftir konsertina.

Nær

(Leygardag) 21:00 - 22:30

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Útselt