Desember, 2021

Frí17Des20:00ÚtseltFeaturedJólasoul20:00 ReinsaríiðStað:Reinsaríið

Um tiltak

17.desembur ber til at uppliva góðan jólatónleik, hugnaligan stemning og girlpower, tá tær fimm jólastjørnurnar: Jasmin, Dania, Katrina, Tamara og Marianna fara á pallin.

Seinasta ár høvdu tær tvær útseldar konsertir á skránni, men orsakað av koronu endaði tað við einari stroymdari konsert. Men NÙ verður tað! Tí nú fært tú endiliga høvið at hoyra Jólasoul live á Reinsarínum.

Tú hevur uttan iva upplivað tær fimm í útvarpinum ella til konsertir, har tær hava blást teg um koll við teirra fantastiskum røddum. Tær fimm hava eisini eina heilt serliga kemi, sum eisini kemur til sjóndar á pallinum. Og tað merkist beinavegin, at tær er góðar vinkonur og ótrúliga væl samanspældar.

Tónleikastílurin er alt frá soul og jazz til r&b og pop. Og tær vera ikki einsamallar á pallinum, tí tær hava fingið nakrar av bestu tónleikarunum vit eiga við sær á pallin.

Vit skulu heilsa frá teimum fimm, at tær ynskja at bjóða tær og tínum til eina fantastiska jólakonsert og hugnaligt kvøld á Reinsarínum.

Nær

(Fríggjadag) 20:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Útselt