Desember, 2021

Sun12Des13:0018:00FeaturedJólamarknaðurí Perluni13:00 - 18:00 PerlanStað:Perlan

Um tiltak

Jólamarknaður

Sunnudagin 12. desembur kl. 13-18 verður hugnaligur marknaður við heimagjørdum handverki.

Tey, ið selja, eru:

RIKKE BAK OG MARJUN J. HENTZE
Rikke og Marjun selja grafiskar myndir og jólakort.

TURIÐ Í KONGABØ
Turið selur jóladekoratiónir, kransar, gravarprýðir, kort, smákøkur o.a jólaprýði.

ALAVA
Hjá ALAVA er avgerandi, at tilfarið, sum verður brúkt at framleiða vørurnar við, ikki ger óneyðugt inntriv í náttúruna, og tí eru perlurnar og keturnar frá gomlum smúkkum. Lásini og pinnurin, sum fer gjøgnum oyralippuna, eru sterling silvur ella gylt sterling silvur.

ANNIKA EGHOLM
Anika selur jólaprýði og jólaklipp.

Á REGNINUM
Á Regninum ger sápur, bi-salvu umframt hosur, vøttur og húgvur.

OLIVIA
Olivia heklar alt millum himmal og jørð so sum bumullsrondellir, grýtulappar, undirløg, handklæði, lappar og eisini jólaprýði.

BRIKOLASJ

ELIN KJ_SMÚKKUR

HERBORG TORSKILSDÓTTIR

 

👉 Fleiri verða kunngjørd so við og við 👈

GG! vit krevja koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.

Nær

(Sunnudag) 13:00 - 18:00

Hvar

Perlan