Desember, 2021

Ley18Des20:00FeaturedJólakonsert við Einangran20:00 Stað:Reinsaríið

Um tiltak

Einangran syngja jólini inn

Komi við á konsert 18 desembur, tá Einangran syngja jólini inn í hugnaliga hølinum á Reinsaríinum.

Einangran er bólkurin við Heiðrikki á Heygum og Leu Kampmann á odda, sum bleiv til tá koronasóttin legði landið lamið í 2020. Siðani hava Einangran givið eina EP út, og á FMA 2021 fingu tey virðislønina Ársins Sang, fyri lagið hjá teimum ‘Kanska’.
Á hesi jólakonsertini spæla Einangran løg av EP’ini, men tey fara eisini at spæla nýggj løg… og sjálvandi jólaløg.
Til hesa konsertina spæla Per I. Højgaard Petersen, Heðin Ziska Davidsen og Vinjar Egilsnes Petersen við.

Nær

(Leygardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 200,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +