Desember, 2020

Ley12Des21:00ÚtseltJólakonsert - Eivør, Greta og Marius21:00

Um tiltak

Ólavsøkan er hvørt ár, men jólini eru bara einaferð um árið. Og tí júst fara vit at feiðra jólini við tí besta av tí besta, sum Føroyar hava at bjóðað. Vit tosa um Eivør, Gretu og Marius. Tríggjar framúr jólagávur, sum fáa teg í perfektan jólastemning.

Og nú vit tosa um jólini, so kunnu vit skjótt blíva samd um, at sletan hjá jólamanninum ikki hevði verið tann sama uttan reinsdjórini. Nei tú, tað hevði verið í so svanglit við gávunum, um tað ikki var fyri reinsdjórini.

Og nú vit tosa um reinsdjór, so hava vit eisini hugsað um Eivør, Gretu og Marius, tí eins og jólamaðurin, so hava tey trý eisini tørv á eini hjálpandi hond. Kanska ikki frá reinsdjórum, men frá einum húsaorkestri. Og vit hava faktiskt lokkað sjálvt landsliðið innan húsorkestur at spæla undir. Og teir, sum manna landsliðið eru: Mikael Blak, Mattias Kapnas, Per Højgaard og Benjamin Petersen. Við øðrum orðum so sleppa tit at uppliva tað føroyska landsliðið innan jólakonsertir á Reinsarínum.

Nær

(Leygardag) 21:00

Atgongumerki

Útselt