Jól á Reinsarínum

Hós08Des20:00Jól á ReinsarínumÚtseltFeaturedStaðReinsaríið20:00

Um tiltak

Ólavsøka er hvørt ár, men jólini eru bara einaferð um árið. Og tí fara vit at hátíðarhalda jólini við tí besta av tí besta, sum Føroyar hava at bjóða. Vit tosa um Anniku Hoydal, Pól Arna Holm og Døgg Nónsgjógv. Tríggjar framúr jólagávur, sum fáa teg í rættan jólastemning.

Vit kunnu skjótt blíva samd um, at sletan hjá jólamanninum ikki er tann sama uttan reinsdjórini. Og tá reinsdjórini í hesum førinum eita Benjamin Petersen, Torleik Mortensen, Høgni Lisberg og Dánjal á Neystabø, so fer sletan ikki av sporinum.

So ert tú til jólahugna og tónleik í heimsklassa, so er at skunda tær at keypa atgongumerki, áðrenn grinsjurin fer avstað við teimum.

Nær

(Hósdag) 20:00

Atgongumerki

Útselt