Oktober, 2021

Ley16Okt14:00JAZZKRASSJFamiljukonsert fyri børn og barnslig vaksin14:00 ReinsaríiðStað:Perlan

Um tiltak

JAZZKRASSJ

Fríggjadagin 15. og leygardag 16. oktobur kl. 14 verður familjujazzkonsert fyri børn og barnslig vaksin í Perluni.

Jazztónleikur kann vera stuttligur ella syrgin, skjótur ella seinur, rútmiskur ella flótandi, fjákutur ella blíður – og øll kunnu finna tann jazztónleikin, sum teimum dámar best.

Á einari óvanligari ferð gjøgnum jazzsøguna fara vit at læra um alt frá swing til bebop, trip-hop, free jazz og funk. Vit lova tær, at tú verður eitt betri og meira jazzut menniskja – og at tú finnur títt yndis slag av jazzi, áðrenn dagurin er av.

 

Konsertin er ókeypis fyri børn og kostar 50 kr. fyri vaksin.

 

Tónleikarar: Torleik Mortensen, Hjørtur Pætursson Háberg, Dánjal á Neystabø.
Jazzfrásøgufólk: Lasse Jæger

Nær

(Leygardag) 14:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Prísur 6,37 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +