Februar, 2020

29Feb01MarFeaturedJapanskur Filmsfestivalurí Perluni13:00 - (Mars 1) 21:00

Um tiltak

Japanskur Filmsfestivalur

Vikuskiftið 29. februar og 1. mars verður Japanskur Filmfestivalur í Perluni. Tað er Japanska Sendistovan í Keypmannahavn, ið skipar fyri og bjóðar øllum á ókeypis filmsfestival.

 

Leygardagur 29.02.

13:00 – 13:10: Japanski sendimaðurin í Danmark, Manabu Miyagawa, bjóðar vælkomin

13:10 – 15:00: Chihayafuru
Leikstjóri: Nori Koizumi, 2016, 111 min.
Chihayafuru byggir á kenda japanska teknirøð við sama heiti. Chihaya, Taichi og Arata vóru bestu vinir, og spældu altíð kortspælið karuta. Sjálvt um tey við tíðini vuksu frá hvørjum øðrum, var tað karuta, sum førdi tey saman aftur.

15:15 – 17:00: Swing Girls
Leikstjóri: Shinobu Yaguchi, 2004, 105 min.
Filmurin snýr seg um miðnámskúlanæmingar í lítla býnum í Norðurjapan, Yamagata, sum av tilvild gerast púra bitin av at spæla jazztónleik. Umframt frálíka jazztónleikin í filminum, er landslagið, har filmurin er tikin upp, framúrskarandi. Hóast sjónleikararnir ikki eru royndir tón-leikarar, so spæla teir mesta av tónleikinum.

17:15 – 19:20: The Chef of South Polar
Leikstjóri: Shuichi Okita, 2009, 125 min.
Hesin hjartanemandi filmurin byggir á stuttliga essay’ið eftir Jun Nishimura, kokkin hjá japansku bjargingartænastuni í einum artiskum kanningartoymi. Átta menn eru við á kanningarferðini til Fuji-støðina á Suðurpólinum, sum liggur 2800 m. yvir havið og har miðalhitin er -54°C. Umstøður so kaldar, at eingin livandi skapningur er í økinum. Sjálvt ikki virus. Nishimura ger leskiligan mat til toymið – alt frá fronska køkinum til heimagjørdar ramennudlur. Matur, sum fyllur bæði maga og hjørtu hjá toyminum.

19:20 – 20:00: Móttøka 

 

 

Sunnudagur 01.03

14:00 – 14:10: Japanski sendimaðurin í Danmark, Manabu Miyagawa, bjóðar vælkomin

14:10 – 16:00: Princess Arete
Leikstjóri: Sunao Katabuchi, 2001, 105 min.
Japanskur animatiónsfilmur um prinsessuna Arete, sum roynir at flýggja úr torninum, har óndi gandakallurin hevur læst hana inni. Søgan er um týdningin av individualismu, virðing og ymiskleika. Filmurin er bæði til vaksin og børn.

16:15 – 18:00: Happy Flight
Leikstjóri: Shinobu Yaguchi, 2007, 103 min.
Hesin skemtifilmurin snýr seg um klossutu flogternuna, sum skal á sín fyrsta altjóða túr til Hawaii saman við sínum heilt serligu starvsfeløgum og ræðandi stjóra. Filmurin er gjørdur í samstarvi við All Nippon Airways (ANA). Dámar tær ein suttligan, hjartaheitan og spennandi film, so er hetta hann!

18:15 – 20:20 Her Love Boils Bathwater
Leikstjóri: Ryota Nakano, 2016, 125 min.
Tá Futaba, mamma eina tannáringadóttir, fær staðfest krabbamein, vil hon megna sína lívsmissión. Hetta er ein vøkur søga um familju og kærleikam, og tú fert nokk at gráta. Her Love Boils Bathwater fekk seks tilnevningar á 40th Japan Academy Award. Filmurin vann tvær av tilnevningunum.

20:20 – 21:00 Móttøka

Tiltakið er ókeypis

Nær

Februar 29 (Leygardag) 13:00 - Mars 1 (Sunnudag) 21:00