Mei, 2021

Hós20Mei19:00Íverksetarakafé um brandingHugskotið19:00

Um tiltak

íverksetarakafé um branding

Hóskvøldið 20. mai kl. 19 skipar Hugskotið aftur fyri íverksetarakafé á Reinsarínum.

Hesaferð verður evnið branding, og tað verður Niels Arge Galán, stjóri á Sendistovuni, sum kemur at greiða frá um branding og týdningin av at skapa rætta brandið til tína fyritøku.

Evnini, sum Niels fer at koma ínn á, verða:
– Hvat er eitt brand?
– Hvat er eitt brand ikki?
– Branding er ikki tað, sum tú heldur
– Hvat hevur branding og design at siga?
– Hvussu velji eg eitt gott navn?
– Hvat er eitt gott logo?
– Fortel hví tú ert til!
Øll eru hjartaliga vælkomin við á íverksetarakafé – bæði tit sum hugsa um at byrja eina fyritøku, og tit sum longu eru í gongd, men ynskja íblástur.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tekna teg til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-verksetarakaf-um-branding

Um Niels Arge Galán
Niels hevur arbeitt í kreativu vinnuni í Føroyum síðani 2003, og ráðgevur dagliga stórum sum smáum fyritøkum, stovnum og feløgum um design og branding. Hann hevur verið stjóri á Sendistovuni síðani 2014, og hevur saman við Sendistovuni staðið fyri fleiri stórum sum smáum átøkum og rebrandingum. Niels trýr fult og fast upp á at design og branding gera mun og skapa virði

Nær

(Hósdag) 19:00