Januar, 2022

Ley29Jan21:00FeaturediTsLarceny21:00 Stað:Reinsaríið

Um tiltak

iTsLarceny

Hugskot uppstanda frá eini samantvinning av nýggjum og gomlum. Íblásturin til tað nýggja upprennur frá farnum upplivingum. Soleiðis er tað eisini við tónleikinum: Hann dregur altíð frá nútíðini, frá tí, ið longu er til, og slóðar nýggjar leiðir.

Pablo Picasso segði: “Góð listarfólk eftirgera, stór listarfólk stjæla!” Trummusláarin, David Giesel, grunar um hesi hugtøkini á erligan hátt við sínum kompositiónum. Hann himprast ikki við at savna ljóð úr náttúruni, býarmyndini ella frá áður skrivaðum tónleiki, og brúka tey í løgum sínum. Heldur tvørturímóti søkir hann at hesum grundleggjandi hugtakinum, sum Picasso sipaði til.

Úrslitið av hesum kreativa framferðarháttinum, er nýggja kvintettin við nútimans lagsmíði, ið er myndað av einføldum løgum, stuðlað av framsøkjandi harmoni, og av einum stundum abstraktum, stundum konkretum, rútmiskum akkeri.

Tá manningin improviserar, verða rámandi melodiirnir frambornir, samstundis sum teirra persónligheitir skína ígjøgnum. Teir ynskja sostatt at gera áhoyraran varugan við tónlistaliga máttin, vakurleikan og atkomuligleikan í modernaðum jazzi.

Hoyr fyrsta lagið av debutútgávan “Shapes” her:

Nær

(Leygardag) 21:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +