November, 2022

Ley12Nov22:00Heiðurskonsert: Hank Williams og Charley PrideÚtseltFeaturedStað:Reinsaríið22:00

Um tiltak

Nú fara vit at heiðra country legendurnar Hank Williams og Charley Pride. Og er tað nakar, sum megnar at heiðra teir báðar, so eru tað countrykongurin og leksikonin: Hallur Joensen og Petur Rouch.

Hallur hevur so nógv country í blóðinum, at hann bókstaviliga hevur slitið sínar kovboystivlar í Nashville. Ja, hann hevur enntá spælt saman við legenduni Kris Kristofferson. Og Petur hevur í áravís rúnarbundið við útvarpssendingunum, sum fóru beint inn í hjørtuni á føroyingum kring landið.

Hetta kvøldið fer Hallur at spæla allar klassikararnar, meðan Petur fer at greiða frá um Hank Williams og Charley Pride.

Hetta verða sostatt tveir absoluttir svervektarar í sínum rætta elementi. Og ert tú til country, so er tað nú, at tú skal finna hattin, vestin og stivlarnar fram, tí hetta er uppskriftin upp á eitt ógloymandi kvøld.

Nær

(Leygardag) 22:00

Atgongumerki

Útselt