August, 2020

Hós13Aug20:00Tiltak AvlýstFeaturedHanusá Reinsarínum20:00

Um tiltak

Intimkonsert við livandi legendu

13. august klokkan 20, fer Hanus at forkela okkum við síni djúpu og gandakendu rødd á Reinsarínum.

Langa hárið, skeggið og djúpa røddin eru sjálv ímyndin av Hanus. Flest øll hava eitt ella annað tilknýti til Hanus, har tey flestu kenna hann sum ein eminentan sangskrivara og meistara í at greiða frá søgum. Óansæð títt tilknýti til Hanus, so fær hann teg at gloyma tíð og stað, meðan hann leiðir teg inn í ein annan heim.

Tey flestu munnu kenna klassikararnar Gloym meg ikki, Fagra blóma og Áh, kundi á tíðarhavi. Løg, sum vitna um ein sterka symbiosu millum tveir av okkara bestu sangskrivarum og yrkjarum. Tí, nevnir tú Hanus, so mást tú eisini nevna suðuroyarskaldið Poul F. Joensen. Tveir mastodontar innan føroyska list, sum standa enn sterkari, tá teir eru saman.

Gleð teg til eina konsert, sum verður full av nærveru og tí besta av tí besta innan føroyskan tónleik og skaldskap.

Nær

(Hósdag) 20:00