Mars, 2020

Hós19Mar20:0021:30FeaturedHanus í Auluni20:00 - 21:30 Aulan í Finsen

Um tiltak

Fá tínar tónleikavitaminir til vetrarmyrkrið

19. mars fer Hanus at forkela okkum við síni djúpu og gandakendu rødd í Auluni í Finsen

Langa hárið, skeggið og djúpa røddin eru sjálv ímyndin av Hanus. Flest øll hava eitt ella annað tilknýti til Hanus, har tey flestu kenna hann sum ein eminentan sangskrivara og meistara í at greiða frá søgum. Óansæð, hvat tilknýti tú hevur til Hanus, so fær hann teg at gloyma tíð og stað, meðan hann leiðir teg inn í ein annan heim.

Tey flestu munnu kenna klassikararnar Gloym meg ikki, Fagra blóma og Áh, kundi á tíðarhavi. Løg, sum vitna um ein sterka symbiosu millum tveir av okkara bestu sangskrivarum og yrkjarum. Tí, nevnir tú Hanus, so mást tú eisini nevna suðuroyarskaldið Poul F. Joensen. Tveir mastodontar innan føroyska list, sum standa enn sterkari, tá teir eru saman.

Gleð teg til eina konsert, har tú fert at uppliva nakað av tí allarbesta, sum føroyska list hevur at bjóða.

Hoyr Hanus niðanfyri

Nær

(Hósdag) 20:00 - 21:30

Hvar

Aulan í Finsen

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +