Oktober, 2019

Ley26Okt21:00FeaturedHanus G. Johansen21:00 Reinsaríið

Um tiltak

Hanus G. Johansen fer á pall í Reinsarínum leygarkvøldið 26. oktober, við sínum frálíku løgum, sermerktu og dragandi rødd og serligu pall nærveru.

Hanus telist millum okkarara navnframastu sangarar og hevur seinastu 30-40 árini bergtikið áskoðarar bæði heima og úti. Hansara ríki sangskattur telist millum teir sterkastu hjá einum føroyskum listamanni, og fleiri av hansara útgávum liggja ovarliga á listanum yvir bestu føroysku útgávur nakrantíð.

Serliga sambandið millum Hanus G. Johansen og Poul F. Joensen hevur merkt yrkisleiðina hjá Hanusi. Á trimum útgávum, Gaman og álvara, Hørpuspælarin og Á forld eru túsund guðar, hevur Hanus tulkað yrkingarnar hjá skaldinum.

Hanus hevur eisini tulkað onnur av okkara stóru skøldum, umframt útlendskar yrkjarar so sum norska skaldið Jakob Sande.

Nú sleppa vit at uppliva Hanus í Reinsarínum, leygarkvøldið 26. oktober kl. 21.00

Nær

(Leygardag) 21:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +