Oktober, 2021

Ley02Okt20:00Hanus20:00 ReinsaríiðStað:Reinsaríið

Um tiltak

Intimkonsert við livandi legendu

Leygarkvøldið 2. oktobur kl. 20, fer Hanus at forkela okkum við síni djúpu og gandakendu rødd á Reinsarínum.

Nú sleppa vit aftur at uppliva tað eyðkenda langa hárið, skeggið og djúpu røddina. Flest øll hava eitt ella annað tilknýti til Hanus, har tey flestu kenna hann sum ein eminentan sangskrivara og meistara í at greiða frá søgum. Óansæð, hvat títt tilknýti til Hanus er, so fær hann teg at gloyma tíð og stað, meðan hann leiðir teg inn í ein annan heim.

Tey flestu munnu kenna klassikararnar Gloym meg ikki, Fagra blóma og Áh, kundi á tíðarhavi. Løg, sum vitna um ein sterka symbiosu millum tveir av okkara bestu sangskrivarum og yrkjarum. Tí, nevnir tú Hanus, so mást tú eisini nevna suðuroyarskaldið Poul F. Joensen. Tveir mastodontar innan føroyska list, sum standa enn sterkari, tá teir eru saman.

Gleð teg til eina konsert, sum verður full av nærveru og tí besta av tí besta innan føroyskan tónleik og skaldskap.

Nær

(Leygardag) 20:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Prísur 200,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +