Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen

Hós29Des20:00Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki HansenFeaturedStaðReinsaríið20:00

Um tiltak

Trý systkin flyta inn á Reinsaríið

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at gávuríku systkinini Guðrið Hansdóttir, Fróðí og Bjarki Hansen hava konsert saman.

Hóast tey trý peika í ymiskar ættir tónleikaliga, so er góðska ein felagsnevnari. Tildømis hava øll trý verið tilnevnd til ársins sangara á FMA. Og við árunum hava systkini savnað fleiri FMA virðislønir teirra millum.

Til hesa konsertina sleppur tú at uppliva fýra ymiskar konsertir. Fyrst spæla tey tríggjar smærri konsertir við egnum løgum, og til seinast framføra tey eisini nøkur løg saman.

Hetta er sostatt ein heilt serlig konsert, sum fevnir breitt og er kryddað við trimum av bestu røddunum í landinum.

Nær

(Hósdag) 20:00

Atgongumerki

Keyp nú 250,00 kr.

Hvussu nógv atgongumerki? -1 +

Íalt 250,00 kr.