Mars, 2021

Ley27Mar20:00FeaturedGoresquad útgávukonsert (+ Joe & The Shitboys og Marra)20:00

Um tiltak

Deyði og blóðbað í Perluni

Tað verður deyði, marra og lortendar á skránni, tá Goresquad hava útgávukonsert 27. mars í Perluni

Tá Goresquad var stovnaður í 2014, so var tað við einum heftigum endamálið fyri eygað: At geva heiminum death metal terror! Og tann missiónin heldur fram tann 27. mars 2021.

Men Goresquad vera ikki einsamallir. Teir hava nemliga savnað sær ein sterkan her til endamálið. Gestabólkarnir verða teir smá svøku og garrvillu: Joe & Shitboys og Marra.

Joe & The Shitboys er shit punkur framførdur av lortendum og tvíkyndum veganarum, meðan Marra er ein nýggjur bólkur við metalhøvdunum: Terja Skibenæs, Mikkjal Gaard Hansen, Hera Reynheim, Sigurd Justinussen og Frans Arge Galán. Við øðrum orðum: Tað kann bara blíva gott!

Hoyr Goresquad her:

Nær

(Leygardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +