Juni, 2021

Frí25Jun20:00FeaturedFrodi Bjarnason og HORRSEÚtgávukonsert20:00

Um tiltak

Frodi Bjarnason og HORRSE

Fríggjakvøldið 25. juni kl. 20 verður útgávukonsert við Froda Bjarnason. HORRSE hitar upp.

FRODI BJARNASON

Fróði Bjarnason er sangskrivari/komponistur, sum kom fram á føroyska tónleikaheimin í 2018, tá hann og framúrskarandi bólkur sín gjørdust vinnarar av tónleikakappingini Stella Polaris/Sement. Seinni í 2018 góvu teir út tvey løg: ”Where My Home Is” og ”Scandinavia”, ið bæði fingu rúma spælitíð í útvarpi. Harafturat høvdu teir eina góða framførslu á G! Festivalinum 2018.

Til konsertina á Reinsaríum fara Frodi Bjarnason m.a. at spæla løg av teirra komandi útgávu ”Stationary Things”, ið verður útgivin 25.06.2021.

Við útgangsstøði í akkustiskum singer/songwriter tónleiki, sum er grundarlag fyri einum livandi og skerandi sangteksti, sum síðani verður útbygdur við spennandi ljóðum frá bólkinum, er tónleikurin hjá Fróða Bjarnason bæði ein vælkomandi og spennandi uppliving.

Bólkurin er mannaður av:
Fróði Bjarnason: Guitar, rødd
Robert Bjarnason: El-guitar
Árni Jóhannesson: Bass
Rasmus Vigant Samuelsen: Keyboard
Tórður Dam Jacobsen: Trummur
Tóri Restorff Jacobsen: cello
Jón Festirstein: violin & bratch

 

HORRSE

HORRSE er nýtt, spennandi navn á føroyska tónleikapallinum. Við síni umfatandi bakgrund innan bæði alternativum poppi, og traditionellum “Blues/World” tónleiki, skrivar HORRSE sínar heilt serligu sangir, sum mugu sigast at vera tað besta frá báðum heimum. Seinni í ár verður HORRSE klárur við debutútgávu síni; ein spennandi útgáva, sum Høgni Lisberg hevur framleitt. Dagarnir 25.-27. juni ber til at hoyra HORRSE frumframføra løgini hjá sær í runt í Føroyum, og tað verður við einum braki!

Nær

(Fríggjardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +