Frísk og fegin alt lívið

Hós01Jun19:00Frísk og fegin alt líviðFeaturedStaðAulan19:00

Um tiltak

Alt um kollagen og brunatálmandi (anti-inflammatoriskan) mat við Jerk W. Langer.

Tað er ongantíð ov seint at taka sær um reiggj fyri at bøta um heilsuna. Tvørturímóti heldur Jerk W. Langer, lækni og rithøvundur, sum við støði í sínum væl dámda brunatálmandi mati fegin vil hjálpa okkum at fáa mong góð ár við nógvari orku og sannari lívsgleði.

Fá hjálp til at hava tamarhald á tínari vekt, at tálma pínu og onnur sjúkueyðkenni, at stimbra um hýrin, at fáa blóðtrýstið og kolesterolið upp á pláss og ikki minst at fáa betri orku.

Lær um, hvussu tú varðveitir og stimbrar minnið, styrkir beinagrindina og byrgir fyri giktartrupulleika. Heilsugóður matur ber hvørki brá av at vera keðiligur ella av sakni, men kann vísa seg at vera eitt mestsum fullkomið ískoyti til heilivág.

Jerk greiðir eisini frá tí vældámda kollageninum, ið ger kroppin frískan og birgan, og hvussu vit eta okkum til tað við vælsmakkandi mati ella við pulvuri. Er kollagen veruliga gott fyri rukkurnar?

Man hann ikki fara at fáa stundir til at svara, um ein kaffimuður ella eitt glas av reyðvíni skaðar heilsuna? Og hvørji kostískoyti ein kann umhugsa?

Mong góð og hent ráð verða givin, okkurt skemt verður eisini umframt eitt vinarligt skump frameftir. Eingi tóm lyfti ella møsn og tóm orð. Harafturat verður gott høvi at spyrja allar teir spurningar, tær hóvar.

Jerk W. Langer helt fyri á leið sjey árum síðan minniligan fyrilestur fyri fullsettum Skála í Norðurlandahúsinum.

Um Jerk W. Langer
Hann er lækni og hevur skrivað eina røð av heilsustimbrandi bókum, m.a. ”21 helbredende dage med antiinflammatorisk kost”, “Sundt blodtryk på 14 dage”, “Collagen – stærk, sund og smertefri” og “Sænk dit kolesterol”. Hann hevur verið vertur í fleiri sjónvarpssendingum. Sum tann fyrsti í Danmørk gjørdi hann vart við brunatálmandi mat og menti grundreglurnar samsvarandi við feskastu gransking.

Nær

(Hósdag) 19:00

Atgongumerki

Keyp nú 150,00 kr.

Hvussu nógv atgongumerki? -1 +

Íalt 150,00 kr.