September, 2020

Ley26Sep21:00FeaturedFremmand og Lyon21:00

Um tiltak

Fremmand saman við minni fremmandum gesti

Fremmand spæla alternativan indie rokk, har bólkurin granskar spennið millum dreymar og tað desperata. Tað er tann karismatiska Jana Hjalgrímsdóttir, sum osar av attitudu, ið myndar bólkin

Hóast bólkurin kallast Fremmand, so eru tey ikki fremmand millum tær stóru kanónirnar í tónleikaheiminum. Tí tá Fremmand góvu sína debut útgávu út í 2018, so vóru limir úr bæði Massive Attack og Black Rebel Motorcycle Club við á útgávuni.

Síðani debut útgávuna hava Fremmand verið á tour í Týsklandi, USA, Føroyum og Danmark.

Lyon

Við sínum eyðkenda tónleiki greiðir Lyon frá søgnum og hetjum úr Føroyum

Lyon er bæði gamal sum havið og intensur sum teir villastu stormarnir. Tað er blóð og tragedia í hansara tónleiki, har tað kenda og ókenda elegant verður flættað saman. Í øllum meldrinum av sælu og kaos, so megnar Lyon at savna báðar pólarnar, so alt gevur hundrað prosent meining. Gleð teg til eina ferð gjøgnum alt kensluspetrið.

Nær

(Leygardag) 21:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +