Mei, 2020

Ley02Mei14:00Fountainhúsið: Uppboðsøla av list14:00

Um tiltak

Uppboðsøla av list

Leygardagin 2.mei kl.14.00, í Auluni í Finsen

Fountainhúsið skipar aftur í ár fyri væl umtóktari uppboðsølu av list. Á uppboðssøluni fært tú høvið at bjóða upp á list hjá fleiri av fremstu listafólkunum í Føroyum.

Listafólkini, sum higartil hava játtað at verða við í ár, eru hesi: Rannvá Kunoy, Joel Cole, Ásla Rannvá Svensson, Oggi Lamhauge, Hergerð Joensen, Rannvá Mortensen, Eyðun av Reyni, Astrid Macdonald, Birgit Kirke, Astri Luihn, Finleif Mortensen, Martin Joensen, Jón Magnus Joensen, Elin P.Andreasen og Silja Strøm

So líðandi sum uppboðssølan nærkast, fer Fountainhúsið at kunngerða listafólk og listaverk á teirra Facebooksíðu.

Sjálv uppboðssølan byrjar klokkan 14, men millum kl.12.00 og 14.00 verður møguleiki at síggja listaverkini.

– Vit á Fountainhúsinum eru sera takksom fyri, at øll hesi dugnaligu listafólkini vilja stuðla okkum. Og harvið geva okkum møguleika at luttaka á europeiskari ráðstevnu fyri Fountainhús, seinni í heyst, siga stigtakararnir.

– Í samband við listauppboðssøluna fara vit eisini at hátíðarhalda 6 ára føðingardagin hjá Fountainhúsinum. Í tí sambandinum bjóða vit eisini kaffi og kaku. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nær

(Leygardag) 14:00