Føroyskur dansur á Reinsarínum

Ley18Feb20:00Føroyskur dansur á ReinsarínumFeaturedStaðReinsaríið20:00

Um tiltak

Nú fært tú høvi at uppliva føroyskan dans á Reinsarínum. Og tú ert hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Øll eru vælkomin.

Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.

Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.

Tað er felagið Tøkum Lætt, sum skipar fyri tiltakinum.

Tiltakið er ókeypis.

Nær

(Leygardag) 20:00