Juli, 2022
Ley02Jul19:30FeaturedFestivalhøll: Hamradun, Jurghinn og Frænde19:30 Stað:Perlan
Um tiltak
Hetta verður feitt! Bæði stoner-rokk, fólkarokk og Ragnarokk alt í einum. Afturljóð av tónleikinum fer at hoyrast um allan Miðgarð! Hamradun: Bólkurin spælir smittandi harðan rokktónleik við djúpum rótum í gomlum,
Um tiltak
Hetta verður feitt! Bæði stoner-rokk, fólkarokk og Ragnarokk alt í einum. Afturljóð av tónleikinum fer at hoyrast um allan Miðgarð!
Hamradun: Bólkurin spælir smittandi harðan rokktónleik við djúpum rótum í gomlum, føroyskum kvæðum og søgum eins og við íblástri frá norrønu grannunum. Hamradun fortelur gomlu søgurnar og kvæðini við nútímans ljóðføri og geva teimum nýtt lív.
Frænde: Við fornum ljóðførum og vøkrum sangi úr norrønum fólkavísum, eddukvæðum og gandaráðum, verður lurtarin tikin aftur í tíðina við daprum søgum um eydnuleysan kærleika, stríðshugaðar bardagar og gandakendar rúnasangir. Kom við aftur í tíðina við aldargomlum tónum og dansi í heitu glæmu bálsins.
Jürghinn: Hesin ikoniski bólkur spælir máttmiklan suðurstats- og stoner rock, helst ílætnir wifebeater undirtroyggjur og við einari fløsku av bourbon í hond. Tónleikurin verður ikki bara hoyrdur, men eisini føldur langt út um pallin, tí skjálvtin frá hesum trimum monnum kennist eins og ein argur, seksbeintur rúmdar-mammuttur.
Keyp atgongumerki HER. Atgongumerki til konsertina telur eisini sum dagspass til Víkingatorgið.
Dyrnar lata upp kl. 19.30
Nær
(Leygardag) 19:30