August, 2021

Frí20Aug22:00FeaturedEyka konsert: Black Album hjá Metallica fyllir runt!Heiðurskonsert22:00

Um tiltak

Nú fyrra konsertin er útseld, verður skipað fyri eyka konsert fríggjkvøldið 20. august.
Tað eru  skjótt 30 ár síðani, at Metallica komu á banan við klassikarum sum Enter Sandman, Sad But True og Nothing Else Matters. Og tá ein svervektari sum Black Album verður piparsveinur, ja, so skal tað feirast!

Legendariska útgávan er onki minni enn ein kongavarði innan rokk og metalsøguna. Hóast tað eru 30 ár síðani Black Album, so heldur hon enn, og tað er eitt kvalitetsstempul sum vil nakað. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at Black Album er ein av mest seldu metal útgávunum í søguni.

Tað var eisini Black Album sum syrgdi fyri, at Metallica yvirlivdi skiftið frá 80’unum til 90’ini. Í mun til undanfarnu útgávurnar hjá Metallica, sum vóru munandi skjótari og meir thrash baseraðar, so er Black Album nakað tyngri og seinni. Og sum rosinan í havragrýninum, so vóru Metallica tíbetur eisini í sentimentala lagnum, tá teir skrivaðu løgini, tí har var eisini pláss fyri fantastiskum balladum sum Unforgiven og Nothing Else Matters á útgávuni.

Sum nevnt, so skal 30 ára dagurin feirast, og til tað hava vit fingið fimm reindyrkaði metalhøvd. Hetta eru fimm menn, sum liva og anda metal. Vit tosa um bólkin Exit Light, sum fer at spæla alla útgávuna frá byrjan til enda. Um tað er lív í fólki, so kanska okkurt verður spælt afturat. Akkurát sum tað eigur at vera.

Bólkurin Exit Light er mannaður av:
– Hans Hammer (James Hetfield)
– Pauli Reinert Poulsen (James Hetfield/Kirk Hammett)
– Terji Skibenæs (James Hetfield/Kirk Hammett)
– Heri Reynheim (Jason Newsted)
– Sigurd Justinussen (Lars Ulrich)

Enter Sandman

Nothing Else Matters

Nær

(Fríggjardag) 22:00

Atgongumerki

Prísur 200,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +