November, 2022

Ley05Nov22:00Exit Light - Metallica 1983-1991ÚtseltFeaturedStað:Perlan22:00

Um tiltak

Exit Light spældi tvær væleydnaðar Metallica konsertir í august 2021. Perlan var stúvstappað tveir dagar á rað. Og eftir konsertina var eingin ivi – fólk og bólkur vildu hava meir.

Síðani gekk eitt lítið ár, áðrenn bólkurin aftur trein á pall. Konsertin var í tjaldinum á Summarfestivalinum 2022. Og tá var eisini smekkfult av fólki, og tey elskaðu tað.

Nú er tíðin komin til, at Exit Light aftur fer at spæla, har tað heila byrjaði: Í Perluni!

Seinast var Black Album útgávan spæld frá byrjan til enda. Hesa ferð er tað tíðarskeiðið 1983-91. Tað merkir, at løg frá Kill Em All, Ride The Lightning, Master of Puppets, …And Justice For All og Black Album verða spældir.

Ert tú til old school metal, so er at smekka til, áðrenn tiltakið verður útselt!

Atgongumerkir fáast HER

Nær

(Leygardag) 22:00

Atgongumerki

Atgongumerki eru ikki til sølu longur fyri hetta tiltak!