Juni, 2021

Frí18Jun20:00FeaturedELIN BRIMHEIM HEINESEN v/bólkiSummartónar 202120:00

Um tiltak

Summartónar 2021:

Elin Brimheim Heinesen við bólki

Kom og njót eina hugnaliga løtu í Reinsarínum í Havn saman við Elini og stak dugnaligu tónleikafeløgum hennara Arnoldi, Rúna og Rógva. Tey fara at spæla løg av útgávuni “Handan stjørnurnar” hjá Elini umframt spildurnýggj løg, Elin hevur skrivað til yrkingar hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, sála.

Elin Brimheim Heinesen, fødd í Havn í 1958, er songkvinna og sangskrivari. Hon hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í Føroyum síðani 70’ini. Nýliga gjørdist hon væl umtókt aftur, tá hon gav út soloútgávuna “Handan stjørnurnar” summarið 2018 við egnum løgum.

Elin er solistur, men hevur spælt og sungið saman við fleiri øðrum tónleikarum. Samstarvið við Kára Jacobsen er helst tað, fólk kenna mest til. Tey bæði góvu út NALJA í 1988. Tey flestu kenna helst lagið “Eitt dýpi av dýrari tíð” av tí útgávuni, sum Elin hevur gjørt til yrking hjá pápanum Jens Paula Heinesen.

Elin hevur eisini samstarvað við akustiska bólkin Ad Libitum, sum úrslitaði í útgávuni “Yndisløg” í 2010.

BÓLKURIN:
Elin Brimheim Heinesen (sangur, gittar)
Rúni Eysturlíð (gittar)
Arnold Ludvig (bass)
Rógvi á Rógvu (trummur)

 

MEIRA KUNNING:
https://www.facebook.com/ElinBrimheimHeinesen/
http://heinesen.fo

Nær

(Fríggjardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +