Juli, 2020

Ley04Jul20:00FeaturedEli Tausen á LavaKlaverkonsert í Auluni20:00

Um tiltak

Unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava bjóðar tær at kopla av frá heimsins støðuga meldri

4. juli fært tú høvið at leggja oyra til tær dvøljandi minimalu atmosferurnar, sum Eli hevur skapt við klaververkunum ‘In Fog’, ‘Ripples’ og ‘Bells’.

Tey trý verkini, sum Eli skrivaði í byrjanini av koronavirus farsóttini, geva lurtaranum høvið at uppliva tónleik uttan at fáa at vita, hvat hann skal føla. ‘In Fog’, ‘Ripples’ og ‘Bells’ eru trý ymisk verk, men øll verkini hava nakað til felags: Endurtakandi og yvirlappandi mynstur eyðkenna øll trý verkini, sum eru í somu tónaart frá byrjan til enda. Hóast tað broytast tey áhaldandi, enntá um tað er heilt spakuliga.

Eli hevur verið virkin sum tónaskald síðan 2015. Hann er fyrrverandi næmingur hjá navnframa tónaskaldinum Sunleif Rasmussen og lesur í løtuni tónasmíð á konservatoriinum í Malmö. Hann hevur skrivað solo-, kamar- og kórtónleik og hevur arbeitt við fleiri tónleikarum og tónleikabólkum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eli varð nevndur ‘Ársins Nýggja Navn’ á FMA í 2019 — hetta var fyrstu ferð eitt klassiskt tónaskald vann heiðurin.

Nær

(Leygardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 50,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

Rinda her