Desember, 2019

Ley14Des16:0017:00FeaturedDreingjakórið undir BrúnniLjósu røddirnar runda 2016:00 - 17:00 Aulan í Finsen

Um tiltak

Ljósu røddirnar runda 20

Dreingjakórið undir Brúnni fyllir 20 ár og heldur fagnaðarkonsert í Finsen hin 14. í jólamánaðinum kl. 16.

Í eini sjónvarpsupptøku fyrst í øldini segði kona stovnarans soleiðis um dreingir og sang, ”Ofta er tað trupult at fáa dreingir at syngja, og tað er so stutt tíð, teir hava hesa ljósu røddina. So tit dreingir, trínið fram úr krókunum og syngið, meðan tit hava hesa ljósu vøkru røddina!“. Og sigast má, fleiri ættarlið av dreingjum hava trinið fram úr krókunum og sungið, síðan at Eli Smith stovnaði kórið í býlinginum undir Brúnni í 1999.

Kórið er sjálvboðið arbeiði við dreingjum í skúlaaldri, sum hvørt heyst venja eina fjølbroytta sangskrá av bæði verðsligum og andligum sangum, á bæði føroyskum og øðrum tungumálum. Tað er ein glaður familjustemmningur rundan um dreingirnar, ein blanding av grannum undir Brúnni, foreldrum og sosialt áhugaðum frítíðartónleikarum.

Og nú hesi jólini eru øll aftur vælkomin at hoyra dreingirnar syngja til 20 ára hátíðarhaldið í Finsen leygardagin 14. Desember kl. 16:00. Nevnast kann, at aftan fyri dreingirnar koma nú eisini fyrrverandi dreingjakórsangarar at syngja tenor og bass, og verða eisini myndir vístar frá tíðarskeiðinum 1999-2019.

 

Ókeypis atgongd, kakao og jólate við tilhoyri.

Nær

(Leygardag) 16:00 - 17:00

Hvar

Aulan í Finsen