Mars, 2021

Ley20Mar22:00FeaturedDa SjúkaJónas Langgaard, HÚS og Trendkill22:00

Um tiltak

Sjúkt, sjúkari, sjúkast

Vit hava fingið tríggjar kanónir at spæla fyri tykkum tann 20. mars í Perluni. Talan er um tríggir artistar, har lyklaorðini eru undirgrund, nýskapan og kvalitetur. Vit tosa um Jónas Langgaard, HÙS og Trendkill.

JÓNAS LANGGAARD
Jónas er maðurin við teimum sjúku beatunum, sum eru á ekseptionelt høgum støði. Vit kenna hansara beat frá m.a. Marius DC, har hann hevur pumpað síni eyðkendu beats inn í eitt moderna nu school hip hop univers. Men Jónas er meir enn bara beats, hann er eisini sangari og framleiðari.

Stílurin hjá Jónasi er myrkur, elektroniskur og eitt sindur popputur. Um mann skal seta eitt ítøkiligt heiti á tónleikin, so er tað lowkey sum tað gamla hjá the Weeknd.

Hetta er undirgrundin og framtíðin.

HÙS
HÚS er verkætlanin hjá Rólant av Reyni. Rólant hevur verið virkin á tónleikapallinum síðan 1995, og hevur spælt við ymsum bólkum t.d Makrel, verið DJ og nú tey síðstu árini sum einstaklingur og framleiðari.

Hóast HÚS hevur verið til í yvir 10 ár, kom fyrsta útgávan hjá HÚS “Nevember” ikki út fyrr enn í novembur 2018. Hon bleiv útgivin á plátufelagnum Kervið. Hendan plátan fekk sera góð ummæli, og bleiv vald at vera ársins útgáva 2018 á fleiri bloggum.

Tónleikurin hjá Hús er ein krutlut blanding av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur ummælari lýsir tónleikin sum eitt heitt klemm av folktronica. Onkur annar lýsir hann sum soundtrackið til ein dreyma sekvens í einum Sophia Coppola filmi.

Hoyr Tvinna hjá HÙS her:

TRENDKILL
Tað eru fáir bólkar í metalverðini, sum hava sett djúpri spor enn Pantera, sum teljast millum absoluttu svervektararnir innan metal. Pantera var ein bólkur, sum umfevndi alt frá tí eminenta guitarspælinum hjá Dimebag til tey óndastu growlini hjá Philip Anselmo, sum er ein tann besta røddin metalheimurin nakrantíð hevur vitnað.

Og hóast Pantera ongantíð aftur fara at spæla, so fara nakrir av okkara allabestu metal tónleikarum at spæla eina heiðurskonsert fyri kongunum úr Texas.

Trendkill er nemliga ein Pantera tribute bólkur, sum er mannaður av: Mikkjal (Sic, Amokk), Terja (Týr), Hera (MC Hár, Hamradun) og Sigurd (Amokk). Fýra menn sum hungra eftir at blása teg um koll við øllum teimum feitastu Pantera løgunum.

Hoyr Broken hjá Pantera her

Nær

(Leygardag) 22:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +