Mars, 2021
Frí05Mar20:00FeaturedCrowberry Band og Flytifólk20:00
Um tiltak
Frískur og festligur tónleikur á Reinsaríinum 5. mars fer Crowberry Band at mýkja tær oyruni við frískum fólkatónleiki. Tað er multikunstnarin Janus á Húsagarði, sum er heilin handan The Crowberry Band.
Um tiltak
Frískur og festligur tónleikur á Reinsaríinum
5. mars fer Crowberry Band at mýkja tær oyruni við frískum fólkatónleiki. Tað er multikunstnarin Janus á Húsagarði, sum er heilin handan The Crowberry Band. Við sínum fríska og sjarmerandi tónleiki, so hevur Crowberry Band longu havt fleiri útvarpshit frá útgávuni “Good luck to you all”.
Við løgum sum “good luck” og Mimir lagnum “pub on the corner”, so er lagt upp til eina super hugnaliga konsert. Og so hevur ein lítil fuglur teskað okkum í oyrað, at Janus hevur nøkur nýggj løg í stoypiskeiðini, sum hann møguliga fer at deila við okkum.
Hoyr Pub on the corner
Flytifólk
Allur heimurin kemur til Føroya, tá Flytifólk trína á pall. Tí umframt at limirnir allir í bólkinum eru flutt til Føroya, so spæla tey eisini tónleik úr øllum heiminum. Tey spæla bæði klezmer-, balkan- og romatónleik og alt møguligt annað úr víðu verð. Umframt siðbundnu løgini, spæla Flytifólk eisini egin løg, sum spenna frá veitslutónleiki til rólig og atmosferisk ljóð.
Tey, ið manna bólkin, eru Daniel Rye á klarinet, Anna Hüdepohl á harmoniku, Toleik Mortensen á bass og James Goodwin á slagverki.
Nær
(Fríggjardag) 20:00
Atgongumerki
Prísur 100,00 DKK
You can not buy more than available tickets, please try again!
Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan