Cantabile í Auluni í Finsen
Ley04Feb17:00Cantabile í Auluni í FinsenFeaturedStaðAulan17:00
Um tiltak
Leygardagin 4. februar kl. 17 fer kvinnukórið Cantabile at lata føroyskar sangperlur í nýggjan ham. Tað var ein góðveðursdag úti í Havnardali í 2020, at verkætlanin ”Føroyskar sangperlur í nýggjum hami”
Um tiltak
Leygardagin 4. februar kl. 17 fer kvinnukórið Cantabile at lata føroyskar sangperlur í nýggjan ham.
Tað var ein góðveðursdag úti í Havnardali í 2020, at verkætlanin ”Føroyskar sangperlur í nýggjum hami” byrjaði at taka skap.
– Tilmælið um frástøðu fekk fram í okkum ein longsul eftir tí trygga og at skapa nakað nýtt í felag. Nakað nýtt, sum tók støði í tí kenda, siga fyriskipararnir.
12 føroyskar sangperlur eru síðani latnar í nýggjan ham av føroyskum tónaskøldum, og nú tilmælið um frástøðu er burtur, eru vit í Cantabile loksins klárar at framføra hesar fyri tykkum.
So hevði tú kunnað hugsað tær at hoyrt, hvussu Sóljugentan og Ferð til Dreymaland ljóða, tá ið Teitur og Pauli í Sandagerði hava útsett hesar til kvinnukór, burdi tú komið.
Kórleiðsluna hava Pauli í Sandagerði og Bernharður Wilkinson.
Nær
(Leygardag) 17:00