Februar, 2021

Ley06Feb10:0018:00FeaturedBRAK: Lær at taka upp við Theodor Kapnas10:00 - 18:00

Um tiltak

Vit fara BRAKandi inn í 2021

Ynskir tú at blíva betri til at taka upp? Jamen, so er BRAK akkurát nakað fyri teg! BRAK er eitt nýtt konsept, har vit fara at skipa fyri workshoppum, sum taka støði í tónleikaheiminum.

Í samstarvi við Studio Bloch og Theodor Kapnas, so leggja vit út við eini workshop í upptøkum, har Theodor fer gera upptøkur til eitt nýtt lag hjá Jasmin í Studio Bloch.

Hey ho, let’s go!
So skjótt tú traðkar inn um dyrnar í Studio Bloch, so tekur Theodor teg í hondina og vísur tær, hvussu hann upptekur eitt spildurnýtt lag hjá Jasmin. Og her tosa vit um trummur, bass, keyboard og vokalar.

Undir upptøkunum fer Theodor at greiða frá, hvussu hann fyrireikar seg til, at ein bólkur kemur í studio at taka upp. Hvussu fær mann bólkin at kenna seg heima? Hvør ljóðmynd hevði riggað væl til bólkin? Hvørjar mikrofonir og teknikkir høvdu riggað til endamálið og hví?

Alt hetta fert tú at blíva klókari uppá, tá ein av okkara allarbestu ljóðserfrøðingum letur dyrnar upp fyri síni tilgongd til upptøkur.

Luttøkugjald á 500 krónur og avmarkað pláss á 8 luttakarar.

Nær

(Leygardag) 10:00 - 18:00

Atgongumerki

Prísur 500,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +