Blues Perlan

Ley01Apr19:00Blues PerlanFeaturedStaðReinsaríið19:00

Um tiltak

Tann besta og mest fjølbroytta blues buffétin, tú kann fáa í Føroyum
Á Blues Perluni fært tú  alt frá gomlum Mississippi blues frá fyrst í 1900-talinum, til tann modernaða blues rokkin. Ja, faktiskt fært tú 100 ár av blues tónleiki, kókað niður í fimm tímar!

Tað góða við akkurát blues tónleiki er, at blues er einfalt, inniligt og ØLL kunnu syngja við. Ja, og so verður tú eisini forkelaður við nógvum feitum blues solo’um.

Má upplivast
Hetta er nakað, sum má upplivast live, tí hetta kann ikki upplivast heima á sofuni við tveimum telduhátalarum. Nei, hetta er tónleikur beinleiðis frá menniskja til menniskja. Og sjálv sálin í blues er at skapa eitt heilt serligt samband millum teg og tónleikaran. Leggur tú so hugnan á Reinsarínum og framúr ljóðið afturat, so hevur tú uppskriftina upp á eitt fantastiskt kvøld.

So ivast tú í, hvat tú skal gera leygarkvøldið 1. apríl, so er Blues Perlan uppløgd. Tí sum sagt, so er hetta Føroya besta blues buffét. Og minst til, at meðan Ólavsøkan er hvørt ár, so er Blues Perlan bara einaferð um árið.

Dyrnar lata upp klokkan 19:00, og konsertirnar byrja klokkan 20:00.

 

Nær

(Leygardag) 19:00

Atgongumerki

Keyp nú 200,00 kr.

Hvussu nógv atgongumerki? -1 +

Íalt 200,00 kr.