Mei, 2021

Hós06Mei19:00FeaturedFramløga av bókini Beinta19:00

Um tiltak

Framløga av bókini Beinta

6. mai kl. 19 verður framløga av bókini ‘Beinta’ í auluni í Finsen

Bókin er um víðagitnu Beintu, sum livdi um ár 1700 og hevði eitt sera hendingaríkt lív. Hon má metast at vera ein hin sterkasta kvinnan í føroya søgu.

Í okkara lívi vera vit øll rakt av lívsins brotasjógvum, men spurningurin er, um vit lata teir fella okkum, ella um vit megna at reisa okkum aftur. Í sínum lívi fekk Beinta nógv meiri omanyvir seg enn vanlig fólk, men ferð eftir ferð sæst í lívssøguni hjá henni, hvussu framúr sterk kvinna Beinta var. Tí tá á stóð hevði hon styrkina til ikki einans at reisa seg sjálva aftur, men eisini til at halda saman uppá familjuna og fáa lívið hjá sínum kæru aftur á rætta kós.

Á bókaframløguni verður greitt frá hvussu, bókin er vorðin til og um serligar hendingar úr bókini, sum flestu føroyingar ikki kenna til. Í Føroyum kenna vit øll onkrar av mongu sagnunum um Beintu, men henda bókin fer inn í søguligu skjølini fyri at avdúka, hvat veruliga fór fram. Bókin er úrslit av áralongum kanningararbeiði, har tað er farið djúpt niður í skjøl frá tíðini, tá Beinta livdi. Talan er um gomul brøv, rættarskjøl, hægstarættardómar, straffidómar, arvauppgerðir, fundarbøkur og mangt annað.

Á bókaframløguni verða bøkur signeraðar av høvundunum.

Nær

(Hósdag) 19:00