Oktober, 2022

Mán10Okt17:00Altjóða Sálarheilsudagur 2022: SkúlaaftranStað:Reinsaríið17:00

Um tiltak

Aftur í ár skipar Sinnisbati fyri tiltaki á Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. Oktobur. Í ár hava vit valt at leggja dent á skúlaaftran.

Tað eru fleiri og fleiri børn, sum aftra seg við at fara í skúla. Vit síggja trupulleikan bæði í Føroyum og uttanlanda. Tí vil Sinnisbati brúka Altjóða Sálarheilsudagin í ár til at varpa ljós á fyribrigdið skúlaaftran. Hvat er hetta fyri eitt fyribrigdi? Hvussu kemur skúlaaftran til sjóndar, og hvat gera vit við trupulleikan?

 

Vit hava eina fjølbroytta skrá fyri dagin:

  • Petur Lamhauge, námslektari í sernámsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya hevur framløgu um skúlaaftran sum fyribrigdi, og hvat vit vita um trupulleikan.

  • Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum heldur upplegg.

  • Poula Patursson, mamma at gentu við skúlaaftran, greiðir frá persónligum upplivingum sum foreldur at barni, sum ikki megnar at koma í skúla.

  • Sofaprát verður við formannin í Føroya lærarafelag, skúlastjóran á Skúlanum á Fløtum, skúlastjóran á Skúlanum á Argjahamri og varaskúlastjóran á Skúlanum við Løkin.

  • Sinnisbati Ung vísir stuttfilm, og hevur sofaprát við leiðaran av lestrarvegleiðingini og næmingar á Glasir.

 

Umframt upplegg og sofaprát, koma Lena Andersen og Niclas Johannesen at spæla nøkur løg,  og Niclas Heri Jákupsson kemur at avdúka eitt spildurnýtt lag.

Ársins sálarheilsuvirðisløn verður eisini latin til ein ella fleiri, sum hava gjørt okkurt serligt fyri at varpa ljós á sálarheilsu, ella hevur gjørt eitt gott arbeiði ella átak, fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku. Kennir tú onkran, sum áttið at fingið heiðurslønina? Send uppskot inn á Sinnisbati@sinnisbati.fo

 

Tiltakið byrjar kl. 17.00, og dagurin verður hildin í Reinsaríinum. Øll eru vælkomin.

Nær

(Mándag) 17:00