September, 2021

Hós23Sep19:00FeaturedADHD kafé fyri ung19:00 ReinsaríiðStað:Reinsaríið

Um tiltak

Hevur tú ADHD ella ADD? Vilt tú vera saman við øðrum, sum hava tað sum tú? Hug at hoyra eina persónliga søgu um lívið við ADHD? Brellast tú eftir at vita meira?

Svaraði tú ja til bara ein av spurningunum, so er at koma við á Føroya fyrstu ADHD-kafé. Og tú ert vælkomin at taka vinfólk við.

Skráin fyri kvøldið:
19:00 Gyðja við Strond bjóðar vælkomin.
19:10 Tormóður Stórá, psykiatari, greiðir frá, hvat ADHD er fyri nakað.
19:40 Minikonsert við Marius Ziska
20:10 Pætur Nattestad Petersen fortelur um sítt ADHD.
20:30 Minikonsert við Brimhvítt
20:50 Sofaprát: Pætur Nattestad Petersen, Sita Rajani og Gyðja við Strond tosa um typiskar trupulleikar hjá ADHD-arum og svara spurningum frá áhoyrarum.
21:20 Gyðja tekur samanum.
21:30 Liðugt.

Nær

(Hósdag) 19:00

Hvar

Reinsaríið