A Tale of three Cities

Týs03Okt19:30A Tale of three CitiesFeaturedStaðAulan19:30

Um tiltak

 “A Tale of three Cities” er ein blanding av konsert og søgulist, sum guitarleikarin Claire Angel Bonner borðreiðir við.

Claire fer at føra teg aftur til 1800 talið, tá stóru mentanarmetropolarnar vóru Wien, París og London. Hon spælir ikki bara framúrskarandi á sín originala Franz Charwath guitara frá 1879. Claire greiðir eisini frá um lívið í býunum, politiskar ósemjur og mentanarfólk, sum vóru við til at skapa tað modernaða Europa.

Tá Claire fer á pallin, so ganga tíðarmyndir hond í hond við fleiri meistaraverk innan guitarspæl. Hetta eru m.a. verk eftir Giulio Regondi, Fernando Sor, Napoleon Coste og Mauro Giuliani

Stutt sagt – Hetta er ein konsertuppliving, sum tú mást fara til.

Nær

(Týsdag) 19:30

Atgongumerki

Keyp nú 150,00 kr.

Hvussu nógv atgongumerki? -1 +

Íalt 150,00 kr.