Juni, 2020

26Jun(Jun 26)16:0005Jul(Jul 5)18:00Featured3 dagar við Williami Heinesen(Juni 26) 16:00 - (Juli 5) 18:00

Um tiltak

3 dagar við Williami Heinesen

Hóast William er best kendur fyri at brúka pennin til at skriva søgur og yrkingar, so brúkti hann sanniliga eisini pennin til at skriva tónleik og at tekna við. Og tað er hendan partin av Williami, sum vit fara at varpa ljós á í tríggjar dagar.

 

SKRÁIN FYRI DAGARNAR ER HENDAN

Fríggjadagur 26. juni kl. 17
Hasin William

Vit leggja út við tónleikinum, har guitarkongurin Ólavur Jakobsen fer at mýkja okkum oyrini við tónleiki hjá Williami. Talan eru um soloverkið “Vågn op, og slå på dine strenge”, sum William skrivaði í 1955. Upprunaliga er verkið skrivað fyri solobratsj, men Ólavur hevur sjálvur lagt lagið tilrættis fyri gittara. Talan er um variatiónir yvir gamalt Kingolag.

Síðani fer Ivan Niclassen at práta við Zacharias Heinesen – sum er sonur William – har hann fer at greiða frá myndlistini í Auluni, sum hann var við til at gera saman við pápa sínum. Umframt hetta fer Zacharias at greiða frá um pápa sín, og hvussu hann eisini sjálvur valdi at ganga somu leið sum pápin.

Og frá einum listamanni til ein annan, so fer supertalentið Mattias Kapnas at framføra stykkið “Norske løve” hjá William Heinesen á einum av bestu flygelunum í landinum.

Til seinast fara vit at sýna fram 51 karikaturtekningar hjá Williami, har hann hevur teknað rámandi karikaturmyndir av ymiskum býarmyndum í Tórshavn.

Tiltakið er ókeypis.

Aulan er opin kl. 16-18

Leygardagur 27. juni kl. 17
Er William at hóma í 2020?
Hóast William Heinesen er ein av okkara størstu listarmonnum, so eru tað 120 ár síðani, at William varð føddur. Munnu spor eftir Williami vera at síggja í føroyskari samtíðarlist ella er hann ein farin tíð? 

Hendan spurningin hava vit sett Dagmar Malenu Winther og Bárður DC, sum eru ávikavist listafrøðingur og listafólk.

Tarira er ikki einans dreymasjón í skaldskapi Williams – tað er eisini eitt dreymakór. Til tiltakið fer Tarira at syngja nakrar sangir eftir Williami. 

Tiltakið er ókeypis. 

Aulan er opin kl. 16-18.

Sunnudagur 28. juni kl. 14 – 18
Aulan er opin

Leygardagur 4. juli kl. 14-18
Lær at tekna karikaturmyndir
Nú fært tú møguleikan at gera tíni kreativu hugskot til tíni egnu listaverk. Tað verður tann garvaði karikaturteknarin Hannis Egholm, sum fer at fylla teg við kreativum hugskotum og oysa av sínum royndum sum teknari.

Hannis hevur eina breiða vitan og innlit innan alt, sum hevur við pennastrok at gera. Hann er bæði arkitektur, grafiskur designari og teknari. Hann er eisini ein av absoluttu tungvektarunum í Føroyum, tá talan er um festligar karikaturtekningar. Við øðrum orðum: Tú ert í tryggum hondum, tá ið tú hevur Hannis við tína lið.

Fyri at luttaka krevst, at tú hevur áhuga í at tekna, er yvir 12 ár og helst hevur nakað av royndum.

Ljóðar hetta sum tú, so er bara at finna blýantin fram, seta eitt stórt X í kalendaran og gleða teg til eitt frískt og festligt tekniskeið.

Kostnaður er 150 kr. Pláss er fyri 10 luttakarum.

Aulan er opin
Sunnudagur 5. juli kl. 14 – 18

 

 

Nær

Juni 26 (Fríggjardag) 16:00 - Juli 5 (Sunnudag) 18:00