Desember, 2019

Ley28Des21:0023:00Fródi - Hola21:00 - 23:00 Reinsaríið

Um tiltak

Fródi – Hola

Fróði kom í summar út við føroysku heildarútgávuni Hola, sum fekk sera góð skotsmál bæði her heima og uttanlands, og leygarkvøldið 28. desember verður høvi at hoyra útgávuna, har Fróði og manning fara at framføra Hola umframt eldri løg hjá Fróða. Konsertin verður sostatt eitt slag av punktum fyri árið, men eisini ein upphiting til tónleikaferð í Russlandi, sum Fróði og manning fara á í 2020.
Manningin hjá Fróða telur: Mattias Kapnas, Bartal Augustinussen og Hjørtur Pætursson Háberg.
   
Áðrenn Fróði og manning fara á, fer Bjarki Hansen, ársins sangari í 2018, at framføra nøkur av sínum løgum, og við sær hevur hann Jens Marna Hansen á gittar.

Nær

(Leygardag) 21:00 - 23:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Prísur 120,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +