Fyri og eftir skugganna stundir – Orð og tónar
ÓKEYPIS
Lýsing
Fyri og eftir skugganna stundir – Orð og tónar, hósdagin 22. september
Á Orð og tónum tann 22. september kl. 20:00 í Reinsaríinum verða tvey nýggj føroysk upprunaverk viðgjørd, lykilsskaldsøgan Stjørnustundir í skugga eftir Høgna Debes Joensen og stuttsøgusavnið Aftanáðrenn eftir Katrina Ottarsdóttur. Eisini spælir Dánjal á Neystabø nøkur løg, Oddfríður Marni Rasmussen lesur nýggjar yrkingar upp, og so verður kápusmiðurin, sum vann kápukappingina, avdúkaður.
Onkustaðni sigur Kierkegaard, at skøld er tey, hvørs hjarta hýsir stórum kvølum, men hvørs varrar er so skapaðar, at tá ið tey lata upp munnin, broytast teirra suff og grátur til undurfagran tónleik. Tvey nýggj føroysku verk, ið verða løgd fram 22. september, hava júst hetta í felag, tey hava røtur í ógvisligum sálarligum snuddum í barndóminum. Hesa kvøl og hesar snuddir hava Høgni Debes Joensen og Katrin Ottarsdóttir umskapað til skaldsøguna Stjørnustundir í skugga og stuttsøgusavnið Aftanáðrenn.
Á Orð og tónum hóskvøldið 22. september fer Jonhard Mikkelsen at siga eitt sindur um Stjørnu-stundir í skugga, áðrenn Jógvan Zachariassen fer at viðgera eitt sentralt evni í bókini: tað at minnast og seta orð á ógvusligar skjálvtar í barndóminum.
Eftir steðgin fer Ivan Niclasen at práta við Katrina Ottarsdóttur um Aftanáðrenn, eitt savn við løgnum og sýraðum søgum um sinniskloyvdar støður, skeiklaðar persónar og tvíbýttar støður.
Eisini fer Oddfríður Marni Rasmussen at lesa nýggjar yrkingar upp, ið hann hevur skrivað til fotomyndir hjá Ole Banke í nýggju myndabókini Gandakendu Føroyar. Dánjal á Neystabø fer at spæla nøkur løg — og so verður kápumyndavinnnarin eisini kunngjørdur.
Skráin er henda:
Vælkoma, 36 orð og 2 myndir
Kápusmiðurin, ið vann kappingina, er …
Um Stjørnuløtur í skugga – Jonhard Mikkelsen
At festa skuggans minnir í orð – Jógvan Zachariassen
36 orð, 2 myndir og nøkur løg – Oddfríður M. Rasmussen og Dánjal á Neystabø
Steðgur
36 orð og 2 myndir – Oddfríður M. Rasmussen
Aftanáðrenn – Ivan Niclasen prátar við Katrina Ottarsdóttur
Tónleikur – Dánjal á Neystabø
Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.
Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.
Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið Sprotin og Reinsaríið skipa fyri, og sum verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.
Fleiri upplýsingar fáast hjá Poul F. Guttesen, poul@sprotin.fo ella á tel. 22 41 23.