Stutt um Perluna

Perlan er mentanarhús í miðbýnum, sum Tórshavnar kommuna eigur og rekur.Samskipari er settur fyri Perluna og Reinsaríið, hann hevur tilvísing til mentamálaleiðaran hjá kommununi.

Í Perluni verður fjølbroytt virksemi. Perlan kann nýtast til tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar, undirvísing og onnur mentanarlig tiltøk, sum býráðið skipar fyri ella stuðlar. Eisini kann húsið nýtast til fyrilestrar, fundir o.t. Perlan skal haraftrat saman við Reinsarínum virka sum karmur um mentanartiltøk í býnum.

Virksemið í Perluni verður bæði um dagin, kvøldið og í vikuskiftum. Talan verður bæði um framførslur og venjing. Samstarvað verður við mentanarlívið í býnum.

Einstakar framsýningar eru , og samskiparin tekur sær av samskifti við tey, sum sýna fram, og kann eisini sjálvur taka stig til framsýningar.

Perlan nýtast  til fyrilestrar, fundir, undirvísing o.t., sum deildir ella stovnar hjá kommununi skipa fyri, onnur kunnu eisini fáa innivist, um talan ikki er um kapping við vinnuligu fyritøkurnar í grannalagnum.

Skúlar kunnu fáa innivist í Perluni til framførslur og framsýningar

Ljóðfólk

Reinsaríið og Perlan hava avtalu við eina røð av okkara bestu tøkningum.

Niðan yri sæst yvirlit yvir hvørji ljóðfólk eru knýtt at okkum. Hava tit ynski um, at onkur ávísur av teimum skal taka sær av ljóðarbeiðinum á tykkara tiltakið, ber til at seta seg í samband við okkum á torsgota@torshavn.fo ella á tlf. 28 66 71:

Benjamin Petersen

Fríði á Vollanum

Hans Andor Johannesen

Hjalmar Hvítklett

Jónas Bloch Danielsen

Sámuel Jakobsen

Theodor Kapnas

Tórður Zachariassen

Reglugerð fyri Reinsaríið og Perluna

  1. Reinsaríið og Perlan eru mentanarhús í miðbýnum og eru partar av mentanargøtuni Tórsgøta. Tórshavnar kommuna eigur og rekur Reinsaríið og Perluna. Húsini skulu saman virka sum karmur um mentanartiltøk í býnum og kunnu eisini nýtast hvørt sær.
  2. Reinsaríið er í fyrsta lagi ætlað at vera eitt rútmiskt spælistað. Tað kann nýtast til tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk.Perlan kann nýtast til ymisk tiltøk saman við Reinsarínum. Harumframt kunnu tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk vera í Perluni burturav.Reinsaríið og Perlan kunnu eisini nýtast til fyrilestrar, fundir, undirvísing o.t., sum deildir ella stovnar hjá kommununi skipa fyri. Onnur kunnu eisini fáa innivist, um talan ikki er um kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi.
  3. Tiltøk við vinnuligum áhugamálum kunnu fáa innivist, tá ið tiltøkini hava týdning fyri vinnulívið í kommununi, herundir ferðavinnuna, mentanarvinnuna o.a. Havast skal tó í huga møgulig kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi.
  4. Tiltøk hjá sjálvbodnum felagsskapum kunnu fáa innivist, um tiltøkini ikki hava vinnuligt endamál.
  5. Skúlar, dagstovnar v.m. kunnu fáa innivist í Perluni og Reinsarínum til framførslur og framsýningar.
  6. Kommunan setur samskipara at umsita Reinsaríið og Perluna og virksemið, sum fer fram har. Samskiparin hevur tilvísing til mentamálaleiðaran. Samskiparin ger uppskot til fíggjarætlan. Samskiparin ger virksemisætlan og virksemisskrá at leggja fram fyri mentamáladeildina regluliga. Samskiparin ger ársfrágreiðing. Mentamáladeildin hevur vegna mentamálanevndina yvirskipaðu ábyrgdina av Reinsarínum og Perluni og virkseminum í húsunum.
  7. Virksemið í Reinsarínum og Perluni skal vera fjølbroytt og mennandi fyri mentanarumhvørvið, brúkararnar og býin. Samskiparin stendur fyri almennu kunningini bæði um Reinsaríið og Perluna sum mentanarhús og tiltøkum har.Samskiparin hevur heimild sjálvur at taka stig til og at skipa fyri tiltøkum innan fyri játtanina, eisini í samstarvi við aðrar stovnar, felagsskapir v.m.Samskiparin samskiftir við tey, sum ynskja at framføra ella sýna fram. Skrivligar avtalur verða gjørdar við tey, sum framføra ella hava onnur tiltøk í Reinsarínum og Perluni, herundir um gjald fyri leigu av hølum, útgerð, tænastum og atgongumerkjainntøkur, ið húsini veita. Avtalurnar skulu goymast. Inntøkurnar fara til raksturin av Reinsarínum og Perluni.
  8. Kafé verður opin í sambandi við tiltøk um kvøldið og vikuskiftini. Kafévirksemið verður boðið út fyri gjald, sum verður inntøka í rakstrinum hjá Reinsarínum. Kafein verður boðin út fyri eitt ávíst tíðarskeið í senn, fyrstu ferð í eitt ár sum royndartíð. Samskiparin samskiftir og samstarvar við loyvishavaran og starvsfólkini. Samskiparin tekur stig til at gera skrivliga avtalu við loyvishavaran, og skal mentamálaleiðarin eisini góðkenna avtaluna.
  9. Reglugerðin kemur í gildi, tá ið Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt hana. Samstundis fer reglugerðin um Perluna, samtykt 28.04.2010, úr gildi.

Reglugerðin varð samtykt á fundi í mentamálanevndini 26.11.2014.