GARASJAN
Garasjan var byrjanin til legendariskar bólkar sum Nirvana, Creedence og The Ramones. Og nú sleppur tú at ganga í fótasporunum hjá legendunum
Í Garasjuni hava vit lurtað eftir tónleikarunum og teirra ynskjum. Hetta merkir, at vit hava koyrt ljóðdempandi gardinur fyri vindeygað, hugna um og gjørt tað heimligt í Garasjuni. Tí tað hevur nemliga alt at siga fyri okkum, at tit tónleikarar trívast og kenna tykkum heima í okkara høli.
Tað snilda við Garasjuni er, at hon hevur alla neyðuga útgerð á staðnum. Hetta merkir, at tit sleppa undan at sleipa trummusett, mikrofonir og forsterkarar aftur og fram. Ja, og tit hava eisini atgongd til bæði vesi og køk í Perluni.
Ljóðar hetta spennandi, so er bara at skrolla niður og booka hølið.
GG! Garasjan er venjingarhøli burturav. Trýst her, um tú ynskir at leiga høli til tiltøk.
Booka Garasjuna
